INNI letur upp í Klaksvík og Saltangará

Fyrst í komandi árið letur INNI upp í Klaksvík og í Saltangará. Søla av fastognum er í hæddini, og tørvurin á ráðgeving um, hvussu fólk skulu fyrihalda seg til keyp og sølu av fastogn ger, at víðkað verður um virksemið.

 

INNI fer at halda til í Eik deildunum við Bøgøtu í Klaksvík og við Heiðaveg í Saltangará.

Tað verður Rúni Klein Joensen, ið fer at standa fyri víðkaða INNI virkseminum. Rúni er gøtumaður og hevur seinastu fimm árini arbeitt við húsamekling og sum metingarmaður.

 

- Við at hava innlit í staðbundna økið, fært tú latið viðskiftafólkum góð ráð um viðurskifti, sum í fyrstani kunnu tykjast sum smálutir, men sum seinni vísa seg at hava stóran týdning.

 

- INNI skal nærri viðskiftafólkunum og veita enn betri tænastu, og tað gleði eg meg til, sigur Rúni, sum byrjar í starvi hjá INNI 1. januar.


ment, forritað og hýst av

sniðgivið