Fjølmiðlar

Í P/F INNI eru vit altíð til reiðar at veita fjølmiðlunum eina hjálpandi hond og svara øllum viðkomandi spurningum, ið hevur við okkara øki at gera.

INNI varð stovnað í 1998, og vit hava tí drúgvar royndir og holla vitan um at meta og selja alla fasta ogn.

Vit umboða meira enn triðingin av øllum ognum, sum verða seldar í fríari sølu kring alt landið. Vit hava støðugt millum 150 og 200 ognir á sølulista. Tað ger, at vit hava fingurin á pulsinum á føroyska bústaðarmarknaðinum. Fjølmiðlunum stendur frítt at nýta myndir, logo, tíðindabrøv og aðrar upplýsingar av heimasíðuni hjá INNI, um víst verður til kelduna.

Somuleiðis eru fjølmiðlarnir altíð vælkomnir at venda sær til okkara við spurningum, og vit skulu royna at svara so skjótt, sum til ber.


ment, forritað og hýst av

sniðgivið