Um INNI

P/F INNI, sum var stovnað í 1998, er elsta ognar- og húsameklaravirkið í Føroyum.

Vit hava drúgvar royndir at selja og virðismeta alla fasta ogn. Vit umboða í dag meira enn triðingin av øllum marknaðinum og hava støðugt um 150 ognir á sølulista.

Grundvirðið okkara er at skapa álit millum seljara, keypara og okkum sum meklarar, so allir partar eru tryggir við handilin, fáa eina góða tænastu og kenna seg væl - eisini eftir, at alt er undirskrivað.

Vit arbeiða støðugt við førleika- og virkismenning.

Í INNI arbeiða vit virkið fyri at skapa:

  • Dygdargott arbeiði
  • Nøgdsemi
  • Gjøgnumskygni

INNI hevur eina umfatandi ábyrgdartrygging, sum merkir, at tú sum kundi kanst kenna teg tryggan at handla ognir gjøgnum okkum. Vit hava innan- og uttanhýsis grannskoðarar.

Ognarviðurskifti:

INNI er sjálvstøðugt dótturfelag hjá Eik Banka P/F. Eik Banki P/F eigur 100 % av INNI, og P/F TF Holding eigur 100% av Eik Banka P/F.

Verið vælkomin í INNI.


ment, forritað og hýst av

sniðgivið