At selja

At selja sín bústað er ein stór avgerð, og tí loysir tað seg at vera væl fyrireikaður og hava góða ráðgeving, tá avgerðin skal takast og ognin skal handlast. 

Skal ognin verða seld fyri ein góðan prís og lutfalsliga skjótt, ber til at hampa eitt sindur um, men tað er ikki neyðugt at fremja tær stóru umbyggingarnar.

Fólk hava ymsan tokka, tá ið talan er um innrætting, tilfar, litir og annað. Tí er ikki vist, at tað loysir seg at gera so nógv við húsini ella íbúðina, áðrenn ognin verður lýst til sølu. Tó er altíð okkurt, ið loysir seg at hava í huga, tá ið ognin skal seljast. Tað snýr seg í høvuðsheitum um at gera húsini ljós, rein og ruddilig.

 

Góð ráð til seljara:

- Tað fremur søluna at halda ognina reina og ruddiliga, so rúmini virka løtt og ljós.

- Áhugin fyri havaarbeiði kann dala, tá tú hevur gjørt av at selja. Slá plenu og spula tún, tí samlaða myndin av ognini telur.

- Drag gardinur frá og loyv ljósinum inn. Gott dagsljós vísir ognina frá síni bestu síðu. Ljósið økir eisini um vælverukensluna.

- Tað fremur søluna at hava innbúgv í ognini. Ognin fær tá hita og sál. Keyparin fær betur innrættað seg og sær møguleikar við ognini.

- Lufta væl út áðrenn framsýning. Tá kennist tað frískligari at koma inn.

- Smyr vindeygu og hurðar, so tey ganga sum tey skulu. Skift punkteraðar rútar. Tað fremur søluna, at ognin er væl hildin.

- Keyparar kunnu hava nærgangandi og kritiskar spurningar. Tí er tað umráðandi, at eigarar og leigarar ikki er hjá til framsýningina. 

- Tað fremur søluna at liðugtgera snøklar, so sum listar, máling o.a.

- Umráðandi er at húsdjór sum hundar og kettur ikki ganga leys, meðan framsýning er. Tøm kettubakkar o.a.

 

Tú ert altíð vælkomin at tosa við okkum um, hvat loysir seg at gera. Tað kostar einki, og vit hava royndirnar.

Vit leggja stóran dent á, at tað skal vera einfalt, trygt og ómakaleyst fyri teg at selja tínar ognir gjøgnum INNI.

 

Hevur tú hug at vita, hvussu nógvir møguligir keyparar eru til hús tíni, kanst tú trýsta her



ment, forritað og hýst av

sniðgivið