At keypa

Tá ið tú finnur dreymahúsini, skalt tú ofta handla skjótt. Tí er tað umráðandi, at tú hevur tosað við ein fíggingarstovn fyri at staðfesta fíggjarliga grundarlagið, hvussu stóra íløgu tú klárar at lyfta, og hvussu nógv tú kanst bjóða / keypa fyri.

Set teg í samband við okkum og avtala framsýning.

Tað liggur á tær sum keypara at tryggja tær, at ognin, ið tú keypir, er í tí standi, tú væntar. Eitt gott ráð er tí, at tú søkir tær stuðul, vegleiðing og ráðgeving frá fakfólki, sum tú kanst ráðføra teg við, tá hugt verður eftir ognini.

Ynskir tú at geva eitt boð uppá eina ogn, kann tað gerast beinleiðis frá heimasíðuni.
 
Mannagongd fyri boðgeving:
 

  • - Fyri at bjóða uppá eina ogn krevst, at tú hevur váttan um fígging frá fíggingarstovni, sum skal sendast til INNI
  • - Rita teg inn og útfylla boðskjal
  • - Boðið skal standa við í minsta lagi 48 tímar (yrkadagar)
  • - Minsta mark fyri hægri boðgeving er 25.000, og 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðanfyri 500.000

Gev gætur! Boð eru einans galdandi saman við váttan um fígging frá fíggingarstovni. Boð eftir kl. 16.00 gerandisdagar, tó eftir kl. 18.00 hósdagar, eru galdandi frá kl. 9.00 morgunin eftir.

Keypið kann iðrast skrivliga innan 6 yrkadagar ímóti at rinda 1% í viðurgjaldi av keypsupphæddini.

Góð ráð til keypara:

  • Kanna fígging frá peningastovni
  • Skráset teg í okkara sjálvvirkandi keyparasavni
  • Bílegg tíð, so vit saman kunnu finna røttu loysnina

Hugsa um og raðfest:

  • Stað
  • Slag
  • Stødd
  • Kømur


ment, forritað og hýst av

sniðgivið